Hanus Vang
???????????
Tá Ongland (og Danmark) fingu sær hjálond bóru teir seg ikki altíð so dámliga at.
Á sama hátt er við býráðnum í Havn.
Síðani vit gjørdust "hjáland" hevur bóndagarðurin ikki fingið frið, men er forfylgdur við súltingum og tí sum verri er.
Í hesum valskeiði seta teir krúnuna á verkið, og hava givið neytahaldinum á garðinum mønustingin.
Føroya stórsti samanhangandi bøur til ein garð skal ætlandi brúkast til útstykkingar.
Soleiðis verður Vatnaskarðsbøur og Vatnaskarðs-slættin kanska karmur um hópin av raðhúsum við reyðum taki!
Til tað endamál er Flatna-hagin væl egnaður, tí at Býráðið eigur allan hagan. Hann fingu teir til keyps í 1932 fyri 50000 krónur til Havnina at vaksa á. Men frætt er at býráðslimir ikki vita tað, sjálvt eftir mong ár har.
Í undanfarnu setu, 1996 til 2000, komu bóndin, golffelagið, Býráðið og avvarðandi myndugleikar ásamt um ein býarplan sum vardi bæði bø, slættan, garðin og golf.
Men onkur má hava hildið at tá semja er um ein plan so er at broyta hann soleiðis at
Hoyvíksgarður kann oyðileggjast sum skjótast.
Onkur er enn so primitivur at grønur bøur má oyðileggjast fyri ein og hvønn prís.
Men tá fleiri hundrað fólk mótmæltu skjótivøllin í Sandvíkum, var tað nyttuleysari enn at sletta vatn á gás.
(Sí annars hjáprentaðu tekning úr "Helhedsplan for Tórshavn Kommune").
FYRISPURNINGAR
til TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ:
1)Hví broyta tit býarplanin á Vatnaskørðum frá tí íð gjørt varð í semju til nú at oyðileggja garðin beinanvegin?
2)Hví geva tit neytahaldinum mønustingin nú, fyri eina villa framtíðarætlan íð kanska (vónandi) ongantíð gerst veruleiki?
3)Hvussu ber tað til at nærum onki skal byggjast á Argjum og í Flatnahaganum, meðan tit einans hugsa um at oyðileggja Hoyvíksgarð? Ella er alt eitt smáligt privat røraspark?
4)Hví ofrar Býráðið kanska eini tíggju miljónir til skjótivøll í Sandvíkum til eitt felag sum ikki eingang hevur havt aðalfund í mong harrans ár?
Vit eru fleiri ið vænta svar.
Týski filosoffurin Schopenhauer segði: "Tá fávitskan fær vald, artar hon seg til óndskap"
kanska framhald.