Fyrsta byggistig av vinnuøkinum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík er nú matrikulerað Sundurbýti av fyrstu 23 grundstykkjunum við Karlamagnusarbreyt, komandi miðstaðargøtuna í Hoyvík, bleiv góðkent og avgreitt av Umhvørvisstovuni tann 1. juli.
Stykkini eru ymisk til víddar, tað minsta 117 fermetrar og tað størsta 1.537 fermetrar. Millum grundstykkini eru 18 felagsøkir við einari samlaðari vídd upp á knappar 7000 fermetrar.
Í alt fevnir vinnuøkið um góðar 2 Ha ella 20.000 fermetrar. Harumframt eru góðir 4.000 fermetrar, sum fara til vegir, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.










