Vinningurin niður í helvt

Høgur, ikki afturvendandi kostnaður í 2006, er orsøkin til, at vinningurin hjá samtakinum Føroya Tele minkaði við einari helvt í fjør Árið 2006 var í mangar mátar eitt sermerkt ár fyri Føroya Tele. Fyrst og fremst tí fyritøkan fylti 100 ár.

Men eisini aðrar týðandi hendingar fóru fram í fyritøkuni í fjør. Nýggjur stjóri tók við 1. desember, nevniliga »gamli« strandferðslustjórin Kristian Davidsen. Í sambandi við 100 ára dagin kom bókin »Halló« út ? og so keypti fyritøkan seg inn í fleiri onnur feløg.

Talan var um Formula.fo, har Føroya Tele keypti 25%. Í fyritøuni Vikmar keypti FT heili 40%. Vikmar er fyritøka, sum mennir og framleiðir elektroniska útgerð til skip. Og síðst, men ikki minst, keypti Føroya Tele triðing av Sosialinum, tá hesin varð »privatiseraður« av Javnaðarflokkinum. Hetta í einum framhaldandi samstarvi við blaðið, sum longu framman undan veitti tíðindi til Portalin.

Hartil kom so stóra íløgan í SHEFA-2 sjókaðalin, sum bindir Føroyar við útheimin, nevniliga Skotland, umvegis Hetland og Orkneyoyggjar.

Allar hesar íløgur hava viðvirkað til, at avlopið hjá samtakinum Føroya Tele er farið úr góðum 50 milliónum í 2005 niður í góðar 26 milliónir krónur í 2006. Men nevnd og leiðsla vænta kortini eitt væl betur úrslit í ár, nú hesar ikki afturvendandi útreiðslurnar ikki tyngja fyritøkuna í ár.