Vinnarin av KÍ-Ballkani skal til Norðurmakedonia

Um tað eydnast KÍ at knógva Ballkani skulu klaksvíkingar enn ein túr til Balkan

Samlaði vinnarin av uppgerðini millum KÍ og Ballkani møtir Shkupi úr Norðurmakedonia í Play Off umfarinum í Europa Conference League

Hóskvøldið klokkan 19 verður tað sum mong KÍ-viðhaldsfólk nevna ársins dyst hjá KÍ.

 

Tá spælir KÍ seinna dystin í triðja undanumfarinum í Europa Conference League móti Ballkani úr Kosovo. Ballkani vann fyrru uppgerðina 3-2. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Ballkani. 

 

Eydnast tað KÍ at vinna samlað á Ballkani bíðar enn ein túrur til Balkan. 

 

Mótstøðuliðið verður Shkupi úr Norðurmakedonia, ið tapti samanlagt 1-5 fyri Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League undankappingini. Tí dettir Shkupi niður í Europa Conference League Play Off dystin, har mótstøðuliðið verður KÍ ella Ballkani. 

 

Samlaði vinnarin av uppgerðini millum KÍ og Ballkani møtir Shkupi úr Norðurmakedonia í Play Off umfarinum í Europa Conference League