Annan hósdag skipa Business-Line og Børsen fyri vinnufundi, har ljós verður varpað á sonevndar gazellur Gazellur renna skjótt, og tað er júst skjótt rennandi - ella vaksandi - fyritøkur, sum ljós verður varpað á, tá vinnufunduri verður á skránni.
Mest grundleggjandi kriterium fyri eina gazellu er, at bruttovinningurin er tvífaldaður seinastu fýra árini, samstundis sum einki av hesum fýra árunum skal hava givið hall.
Nógv verður gjørt burturúr slíkum fyritøkum í grannalondum okkara, og á vinnufundinum, sum verður hildin í hølunum hjá Eik Banka, verða føroysku útgávurnar av hesum virjum funnar og heiðraðar.
Við á fundinum verður Leif Beck Fallesen, ið er leiðandi blaðstjóri og fyritøkustjóri á virda danska vinnublaðnum, Børsen.