– Tað líkist svartasta ongum, at lobbyistarnir í vinnuni sita við sjálvt samráðingarborðið, tá samráðst verður við onnur lond um fiskiveiðiavtalur og kvotabýti. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Sosialin, sum viðger evnið »lobbyisma« í blaðnum í dag. Løgmaður vil hava mannagongdirnar broyttar.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur við blaðið, at hann er ikki fegin um, at lobbyisman í summum førum bærum rennur saman við politiska myndugleikn og almennu umsitingina. Sum dømi verður nevnt, tá samráðingarnevndirnar samráðast við onnur lond um fiskirættindi og kvotabýti, og umboð fyri reiðararnar sita við rundan um sjálvt samráðingarborðið.
– Tað líkista svartasta ongum, og tað er eisini ein mannagongd, sum heilt greitt eigur at broytast. Vit hava eisini tosað nógv um hetta, men tað er greitt, at hetta er nakað, vit skulu gera okkurt ítøkiligt við, sigur løgmaður við Sosialin.
Sosialurin hevur fýra síður tema um evnið í blaðnum, SUM KANN LESAST HER