Klaksvíkar Kommuna skipar saman við Samvinnuni fyri tiltaki í skúlanum við Ósánna í dag 17.00
Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School, sum virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi og skapa eitt nærri knýti til føroyska vinnulívið og áhugafeløg.
Endamálið við kunningarfundinum, sum er almennur, er at geva lesandi og fyritøkum møguleika at hittast til eitt vinnuprát og vónandi fáa eitt nærri samband viðv. arbeiðsmøguleikum og uppgávuskriving.
Skrá:
- Vælkomin Gunvá við Keldu, borgarstjóri
- Kunning um vakstrarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri.
- Kunning um Klaksvík Dávur Winther, mentanarleiðari.
- Kunning um Útbúgving á CBS generelt
- Hvussu kunnu lesandi og tín fyritøka gera brúk av hvørjum øðrum og hvat er at vinna fyri báðar partar?
- Lesandi greiða frá teirra lestrargreinum og hvussu tær eru viðkomandi fyri fyritøkur í Norðoyggjum og grannaøkinum.
- Virði í bachelor- og kandidat specialum.
- Ókeypis kanningar
- Nýggj kveiking fyri fyritøkuna
- Christian Nagata, Nema, greiðir frá teirra royndum av at lesandi hava skrivað speciali um fyritøkuna.
- Regin Jacobsen, Bakkafrost, hugleiðir um møguleikar fyri samstarvi.
- Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri tekur samanum.
- Steðgur og ábit. Networking og tónleikur við Hanus G. Johansen.
Kunningarfundurin endar kl. 19.00