Vinnan má sjálv koma við uppskoti

Marita Rasmussen sigur vegna Fiskimálaráðið, at um vinnan veruliga ynskir ein stovn sum Seafish, má hon sjálv koma einum uppskoti um, hvussu ein slíkur stovnur skal skipast. Fiskimálaráðið er sjálvsagt áhugað í, at vera við í arbeiðinum um ein slíkan stovn, sigur Marita Rasmussen

Fólk á Fiskimálaráðnum siga seg vera áhugað at vera við í arbeiðinum at seta ein stovn sum Seafish á stovn, um vinnan sjálv ynskir at fáa ein stovn eftir tí leistinum. Spurd um hví eingin samfelagslig gransking innan fiskivinnuna hevur vunnið frama áður í Føroyum, svarar Marita Rasmussen fyri Fiskimálaráðið, at tað helst er siðvenjan í Føroyum.
Hon vísir á, at í øðrum londum er siðvenja at granska nógv í fiskivinnuni, men hetta hevur ikki verið galdandi í Føroyum í eins stóran mun.
-Arbeiðið hjá Seafish vil eg ikki kalla gransking, men meira kunning, tí stovnurin kemur ikki við nakrari nýggjari vitan, men heldur er talan um ymiskar staðfestingar í ensku fiskivinuni, sigur Marita Rasmussen.
Hon vísir á, at í løtuni verða góðar 12 milliónir játtaðar til Fiskivinnuroyndir, ið granskar í fiskivinnuni, men Fiskiroyndir granskar í øðrum økjum enn Seafish ger. ? Frá landsins síðu verður meira satsa uppá gransking enn kunning, sigur Marita Rasmussen.
Marita leggur dent á, at í høvuðsheitum er enski stovnurin fíggjaður privat, og tískil eigur vinnan sjálv í Føroyum koma við uppskotið um ein slíkan stovn, um tey ynskja tað. ? Fiskimálaráði er sjálvsagt áhugað í at hyggja nærri at einum líknandi stovni saman við vinnuni, um vinnan veruliga ynskir tað, sigur Marita Rasmussen at enda.