Jan Müller
Vit halda, at tað, sum kom fram á fundinum, hevur almennan áhuga ? fyri eysturoyingar, føroyingar og tey, ið eru áhugað í føroyskum viðurskiftum. Tí fara vit í dag og í tveimum komandi bløðum at gera eitt sindur burturúr tí, sum kom fram.
Í dag taka vit støði í tí, sum Símun Hammer, virkisráðgevi, segði í einari heildarlýsing av vinnuni í Eysturoy og í tí, sum Olaf Olsen hevði at siga um fiskivinnuna á sjógvi og landi.
Jóannes Hansen var orðstýrari á fundinum, sum var í Runavík, og hann hevur skrivað greinarnar fyri okkum.