Ávísir føroyskir politikarar gera royndir “at blása og hava mjøl í munninum”, og ganga ímóti tí sum flestu framkomnu londini, eftir at tey eru fastkoyrd, royna at sleppa sær burturúr...
Nú sterkastu politikarar í heiminum, sum umboða 85% av heimsbúskapinum hava sitið í Brisbane í Australien undir trýsti, við tí høvuðsverkevni at fáa gongd á alheims búskaparvøksturin og útvega fleiri arbeiðspláss, kunnu Føroyar í løtuni vísa á, at arbeiðsloysið enn bert er 3,2% og at búskaparvøksturin liggur um 4,5 %.
Staðfest er, at Danmark í kanning sum Boston Consulting Group hevur gjørt, síðani fíggjarkreppuna í 2008, hevur mist heili 150.000 størv í ídnaðinum og missa eini 60-80.000 størv fram til 2020. Kreppan hevur elvt til eini 200.000 størv færri, sigur Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.
Niður við skatti og avgjøldum
Dansk Industri sigur í eini viðmerking, at tað fyrst og fremst er avgerandi, at politikarar skapa betri møguleikar fyri framleiðslu og at skatturin má hava eina broyting rætta vegin. Hetta hevur danska sosialistiska stjórnin eisini merkt sær og handla út frá. Hon er fyri sovítt vorðin vinnuvinarlig.– Hetta eiga føroyskir politikarar at leggja sær í geyma, nú vit í løtuni ríða á uppgangandi og hepnari bylgju.
Føroyar eru sostatt júst nú í eini serstøðu, at bæði alivinnan, langfarafiskiskapurin og pelagiska vinnan í løtuni hava tað gott sum ger, at arbeiðsloysið er lágt og vøkstur er í búskapinum. – Men hvussu leingi!
Vit síggja eisini, at hóast heimaflotin ikki hevur tað so gott, og virkini á landi ikki hava tey stóru avlopini til nýíløgur, so gevur tað heilt nógv arbeiði og við tí eitt so sera avgerandi íkast til føroyska búskapin.
Sláið ikki føturnar undan
vinnuligu arbeiðsplássunum
Tiltikið er, at ikki ber til “at blása og hava mjøl í munninum”, sum stórur partur av politisku skipanini heldur og roynir.
Meðan politikarar úti í heimi eru fastkoyrdir, leggja til brots fyri at útvega privatu ídnaðarvinnuni betri virkismøguleikar við lækkandi skatti, niðursettum avgjøldum, spæla ávísir føroyskir politikarar høgt spæl, gera royndir at leggja fleiri avgjøld á vinnuna, forða fyri menning, so torført er, ella ikki ber til at gera fleiri útbyggingar og skapa framleiðslu fyri fleiri lidnar vørur til útflutnings.
Lættið um byrðarnar
- styrkið um menningina
Tosa um at útvega fleiri arbeiðspláss, tosa um íverksetarar, og siga seg ikki skilja, at fleiri vørur ikki verða meiri mentar til útflutnings í fiskivinnuni. Veruleikin er, at politikarar útvega bara almenn arbeiðspláss, sum kunnu fremjast, tí privata vinnan er so dugnalig. Veruleikin er tó, at ávísir politikarar – ikki so fáir - sláa føturnar undan vinnuni við fleiri avgjøldum, so tyngri ella ómøguligt er at útvega nógv fleiri arbeiðspláss. Tað fæst meiri fyri hvørja krónu og hon gert nógv drúgvari, um hon verður brúkt í vinnuni heldur enn í almenna rakstrinum.
Nei, latið vinnuna hava møguleikar til framvegis at skorða undir ein nógv dyggari dynamikk í samfelgnum og gloymið alt um at leggja tyngri byrðar á hana. – Lættið heldur um byrðarnar, so vit ikki koma út, har onnur lond illa ella ikki grynna.