Miðlahúsið metir, at tørvur er á einum vinnublaði í Føroyum. Stórar rembingar fara fram innan fleiri vinnugreinar, og partar av vinnuni standa frammanfyri stórum avbjóðingum.
Gongdin í vinnuni ávirkar alt samfelagið. Sum fjølmiðil síggja vit tað sum okkara uppgávu at lýsa og viðgera tað, sum rørist í vinnuni. Endamálið við vinnublaðnum er at geva okkara lesarum størri innlit í føroyskt vinnulív og tey rák og teir problematikkir, sum vinnan arbeiðir við. Tí setir Sosialurin nú størri fokus á vinnulívið.
Fyrsta VINNA er at fáa saman við Sosialinum ídag. Í blaðnum hesaferð er stór samrøða við Ragnar Joensen, sum skal standa á odda fyri at menna heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest. Vit fregnast hjá Jørgen Holme um nýggju strategiina hjá Atlantsflog, og vit vitja í Sandoynni, har tey eftirlýsa eitt vinnulív, ið er fortreyt fyri vøkstri. Eisini greina vit gongdina innan bilasølurnar í landinum.
Í fyrstu VINNU er eisini ein kronikk við landsstýrismanninum í vinnumálum, sum setir út í kortið sínar ætlanir fyri 2014.
VINNA kemur í fyrstu atløgu út einaferð um mánaðin. Fyrsta VINNA fæst saman við Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.










