Í morgunsendingini á Rás2 verður ein ferð fyri tvey burturlutað júst nú. Morgunsendingin á Rás2 hevur ein stóran vinning, sum verður burturlutaður júst nú.
6. apríl fer Norrøna av Havnini til Íslands. Talan er um ein ungdómstúr, har millum annað nógvur góður tónleikur verður at hoyra.
Av føroyskum tónleikarum verða Finnur Jensen, Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni.
Dj?ararnir verða eisini nógvir í tali, millum annað verður Svenstrup & Vendelboe og Dj Crapman, umframt fleiri vælumtóktir føroyskir Dj?arar.
Kareoke verður eisini á skránni, og tað verður Glitnir, sum stendur fyri tí.
Hvørt fríggjakvøld er kareoke kapping í Glitnir, og hetta vælumtókta konseptið verður eisini við á ungdómstúrinum hjá Norrøni 6. apríl.
Tey, sum senda sms boð á 55 99 99, verða við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey við Norrønu.
Rás2 ? títt radio