Vinkona: - Kom heim aftur til familju tína

- Eg sendi henni eini boð, men eg fekk ongantíð svar, sigur ein av bestu vinkonunum hjá norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum nú hevur verið burtur í eitt ár.

 

 

Klokkan 09.14 í morgun er júst eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, gav sítt seinasta lívstekin, og í eitt heilt ár hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt nakað til hennara. Hesa løtu – fyri einum ári síðan – ringdi hon til onkran í familjuni, men norska løgreglan hevur ongantíð viljað sagt, hvønn hon tá snakkaði við. Ei heldur, hvat hon ringdi um ella segði í telefonini.

Tá løgreglan hevur verið spurd um næst seinasta lívstekin, hava tey sagt, at tað var ein onnur telefonsamrøða sama morgun. Bert 34 minuttir eftir klokkan 09.14 hin 31. oktober ringdi ein elektrikari og granni til hennara, tí hann hevði eina avtalu við hana um at skifta nakrar lampur í køkinum.

Men, tá svaraði hon ikki telefonini, og tað undraði elektrikaran, tí hann hevði eina avtalu við Anne-Elisabeth Hagen. Við tað, at løgreglan fann telefonina hjá henni, tá tey seinni um dagin komu at kanna húsini, er eisini greitt, at fleiri ringdu til ríkmanskonuna henda morgunin, eisini maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

Norska kringvarpið NRK skrivar tíðliga í morgun, at ein av bestu vinkonum hennara heldur ongantíð fekk svar upp á sítt seinasta sms til hina 69 ára gomlu. Í heiminum henda feigdardag hin 31. oktober í fjør fann løgreglan eitt nú telefonina, hóttanarbræv, strips og ymiskar ognarlutir hjá Anne-Elisabeth Hagen.

Men, ríkmanskonan var sporleyst burtur, og almenninginum kunnugt er eingin handtikin. Um nakar er undir illgruna ella er skuldsettur, nú málið er vorðið eitt ára gamalt, vil løgreglan ikki upplýsa, men tað hava so norsku fjølmiðlarnir higartil ikki fingið uppsporað.

NRK hevur skift orð við eina av bestu vinkonunum hjá Anne-Elisabeth Hagen, nú eitt ár er runnið í stórari óvissu um lagnu hennara. Vinkonan snakkaði við ríkmanskonuna umleið eina viku, áðrenn hon hvarv, og hon sendi eisini eini sms-boð til hennara, eftir at hin 69 ára gamla var horvin.

- Seinastu ferðirnar, eg snakkaði við hana, virkaði hon ógvuliga glað. Hon hevði fingið ein hundahvølp, sum var níggju vikur gamal, og hon passaði hvølpin og royndi at venja hann, sigur vinkonan. Hvølpurin varð funnin innistongdur í einum rúmi í húsinum, tá maðurin, Tom Hagen, kom heim úr arbeiði til tómt hús tíðliga henda seinnapart.

Vinkonan veit at siga, at Anne-Elisabeth Hagen var byrjað at arbeiða aftur hjá manni sínum, og tað var hon ógvuliga glað fyri. – Hon dugdi væl roknskap og var ógvuliga gløgg, sigur hon.

Eftir samrøðuna, sum vinkonan hevði við Anne-Elisabeth Hagen umleið eina viku undan, at hon hvarv, hoyrdist einki aftur til hennara. Tá vinkonan nakrar vikur seinni skuldi steðga í túninum við einari jólagávu, stóðu húsini í Lørenskog bølamyrk.

Hesa tíðina kannaði løgreglan húsini og telefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen, og tey royndu at finna út av, hvat var hent ríkmanskonuni eftir seinastu samrøðuna, hon hevði í telefon umrødda morgun klokkan 09.14.

- Eg sendi henni eini boð á telefonina, men eg fekk ongantíð svar. Eg skrivaði, at eg fekk sjokk, tá eg hoyrdi, at hon var burtur – at hon mátti halda út og vera sterk, um hon kundi. Og so skrivaði eg eisini, at hon mátti koma heim til Tom og fittu familju sína, og eg skrivaði, at eg bað fyri henni og hugsaði um hana alla tíðina, sigur vinkonan, sum NRK hevur skift orð við.

Vinkonan ynskir ikki, at NRK endurgevur øll boðini, tá boðini, sum eru send frá vinkonu til vinkonu, eisini hava persónligt innihald. Vinkonan ynskir eisini at vera ónevnd, men hon viðgongur, at hetta seinasta árið hevur verið strævið. – At tað júst skuldi gerast hon av øllum menniskjum í verðini – ja, tað kláraði eg bara ikki at svølgja. Eg vóni, at familjan skjótt fær eitt svar, sigur vinkonan.

##med2##

Tað er uppgávan hjá løgregluni at finna svarið. Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, heldur tað vera týdningarmikið at finna Anne-Elisabeth Hagen fyri at finna tann ella tey, sum hava gjørt seg inn á hana.

- Tað er avbjóðandi at loysa eitt møguligt drápsmál uttan at hava eitt lík. Men, eg vil ikki siga, at hetta er avgerandi neyðugt fyri at greiða málið. Hinvegin hevði tað verið eitt stórt stig í arbeiðnum at loysa gátuna, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

Heimið hjá Hagen-familjuni er á adressuni Sloraveien 4 í Lørenskog, og um hesar leiðir hevur hetta mál, sum eisini er kent kring um heimin, fylt rættiliga nógv.

Rolf Letvik hevur verið ein av nærmastu grannum hjá Hagen-familjuni í 40 ár. – Vit eru merkt av tí, sum hendi fyri einum ári síðan, og málið gjørdist ikki minni dramatiskt, tá løgreglan í juli broytti sítt høvuðsástøði frá ráni við fíggjarligum endamáli til dráp.

Grannin sigur, at tá løgreglan broytti ástøðið, mistu tey ein part av vónini um at síggja Anne-Elisabeth Hagen aftur á lívi. Hetta hevur verið ein keðilig gongd í málinum, sigur Rolf Letvik, sum vónar, at tað fer at eydnast løgregluni at loysa gátuna.

– Eg havi ikki annað at fyrihalda meg til enn tað, sum løgreglan sigur, og soleiðis sum tey siga nú, hava tey vónir um, at gátan verður loyst, sigur grannin, sum NRK hevur skift orð við.

##med3##