Vinjard nýggjur býráðslimur í Sunda kommunu

30. oktober fáa borgarar í Sunda kommunu ein nýggja fastan lim í býráðið, tá Vinjard Dam tekur við sessinum hjá Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni sunda.fo.


Vinjard Dam tekur við sessinum, tí at Elsa Maria Magnusardóttir Olsen hevur flutt bústað til aðra kommunu og kann tískil ikki longur røkja sessin. Elsa Maria Magnusardóttir Olsen fekk 44 persónligar atkvøður og gjørdist nummar trý á lista B til seinasta kommunuval.


Vinjard Dam er tó ikki ókendur í býráðsarbeiðinum, men hevur røkt sessin hjá Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen seinasta hálva árið, meðan hon hevur verið í barnsburðarfarloyvi. Vinjard Dam fekk 38 atkvøður til býráðsvalið og endaði sum nummar fýra á lista B.


Sunda kommuna upplýsir, at Vinjard tekur við sessinum til komandi býráðsfund, sum verður mánadagin 30. oktober kl.17.00.