Í kvøld klokkan 19 verður grannauppgerð í 1. deild hjá monnum. Á ovara vølli í Gundadali tekur B36 2 móti AB.
B36 er saman við 07 Vestur aftast í deildini við bert fýra stigum. AB er næstfremst við 26 stigum.
Tá liðini hittust inni í Vika á Argjum 8. mars vann AB 3-1.
AB hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B36 2 liggja millum 7,65 og 9,50.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,35 og 5,80.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 1,22 og 1,28.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##