Nú orðaskiftið um veðrið hevur tikið seg upp, hevur ein skipari í Runavík vent sær til blaðið við einum spurningi um eitt heilt serligt fyribrigdi.
Og tað er tað fyribrigdi sum tekur seg upp, tá ið tað er ringt veður og ættin so skiftur frá útsynningi og vestan, upp í útnyrðing vestan ella útnyrðing.
Marius Sørensen í Runavík sigur, at tá ið hann er útsynningur ella vestan, og hann gongur upp í útnyrðing vestan ella útnyrðing, er tað gamalt, at tá veksur hann vindin.
? Og tað grettur næstan ikki, so er tað líka mikið hvat veðurfrøðingarnir siga. ? Skiftir ættin, soleiðis sum sagt er frá omanfyri, gangi eg altíð útfrá, at vindurin fer at veksa, hóast veðurfrøðingarnir javnan boða frá, at hann skal minka vindin.
Hann sigur, at týsdagurin var eitt gott dømi um hetta fyribrigdi.
?Tá lá ættin ímillum útsynning og vestan og um middagsleitið skuldi hann hækka upp í útnyrðing.
?Allir veðurfrøðingar vóru samdir um, at hann skuldi minka vindin.
? Men heldur ikki hesuferð varð nakað undantak.
? Tá hendi júst tað, sum plagar at henda: Hann vaks vindin ístaðin fyri at minka.
Hann var einar 15-20 metrar um sekundið, tá ið hann var útsynningur.
Men ístaðin fyri at minka vindin, sum veðurfrøðingarnir søgdu, vaks hann vindin upp í ódn, í Akrabergi var upp í heilar 39 metrar um sekundið á miðdegi og allan seinnapartin var slíkur stormur, at bæði bussar og onkur strandfaraskip, máttu avlýsa ruturnar.
Marius Sørensen sigur, at hann kundi gott hugsa sær at fingið eina veðurfrøðiligu frágreiðing uppá, hvussu hetta ber til.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur minnist væl týsdagin.
? Tað var eitt brúgvalag, sum fór framvið Føroyum. ? Og í einum brúgvalagi er altíð nógvur vindur.
?Vit høvdu lovað nógvan vind frammanfyri brúgvalagið, upp í skrið ella storm.
? Men viðhvørt er vindurin frammanfyri brúgvalagið og viðhvørt er hann aftanfyri.
? Og hesuferð vístu veðurkortini, at tann mesti vindurin skuldi vera frammanfyri brúgvalagið.
? Hesuferð var talan um eina rættiliga skarpa kuldabrúgv, tí tí eftir eini lítlari løtu fall hitin úr níggju stigum, niður í trý stig, og tær hava altíð nógvan vind við sær. Samstundis var grovur ælingur og tað dregur vindin úr erva niður sigur Petur Skeel Jacobsen.
Hann sigur, at forsagnirnar, sum veðurfrøðingar ganga eftir, eru ikki altíð 100%. og tað eru forsagnirnar, sum veðurfrøðingarnir ganga eftir, sigur føroyski veðurfrøðingurin.