Vindur og mistøk orøkin til óhappið hjá Norrønu

? Tað var tann nógvi vindurin, sum var høvuðsorsøkin, sum var orsøkin til óhappið hjá Norrønu fyrst í árinum. Men skiparin gjørdi eisini fleiri mistøk, staðfestir Skipaeftirlitið

Norrøna óhappið

Skipaeftirlitið er loksins liðug við frágreiðingina um óhappið, tá ið Norrøna sigldi á bryggjurnar í Havnini 15. januar.
Sostatt tók tað 10 mánaðir at gera frágriðingina, sum fyllir yvir 100 síður.
Skipaeftirlitið staðfestir, at tað vóru nógv mistøk, sum vórðu framd í tí nógva vindinum, sum førdi til óhappið
Orðarætt sigur Skipaeftirlitið at:
Høvuðsorsøkin, til at Norröna sigldi á Viðarnes fyrstu ferðina hin 15 januar, var nógvi
vindurin, sum kom í ælinum. Medvirkandi orsøkir vóru:
1. at snarað varð á bakborð og skipið lagt tvørs við stýriborðsíðu upp í vindin
2. stóra kósbroytingin fyri at koma inn í hylin
Tá skipið hevði siglt á Viðarnesbryggjuna fyrstu ferð, átti tað at verið liggjandi og
høvuðsmaskinurnar steðgaðar.


Nógvur vindur
Tá ið óhappið hendi, var høgur landnyrðingur 10-17 metrar um sekundið, við ælingum. Tá ið Norröna kom inn áraka molan kom eitt vindæl og vindferðin fór upp um 20 m/sek. Sýnið varð gott. Tórshavnar havn hevur upplýst, at streymur ávirkar ikki skip, ið sigla inn í Tórshavnar havn.
Løgreglan hevur skrivað í døgnrapportina hin 15. januar, at alkoholroynd varð tikin av
skiparanum og yvirstýrimanninum beint eftir, at óhappið var hent. Alkohol royndirnar
vístu, at hvørki skiparin ella yvirstýrimaðurin høvdu nortið nakað alkohol.
Vit hoyra meiri um frágreiðingina í komandi bløðum