Orsøkin til hetta er, at á staðnum har vindmyllurnar standa er eitt so avbera vakurt útsýni í mangar ættar. Trupulleikin hevur higartil verið, at vegurin ikki var asfalteraður, men tað er hann nú.
Tann góðar 2 km. langi vegurin, sum gongur tvørtur um eitt náttúruvakurt lendi, er í summar vorðin asfalteraður av Sev.
Nú vegurin til vindmyllurnar er vorðin asfalteraður, metir Nes kommuna, at hann kann vera til stóra nyttu hjá ferðavinnuni og fólki annars.
- Økið er eitt satt panorama, við útsýni í allar ættir, verður sagt.
Kommunan ætlar at seta upp vegskeltir upp við vegin, eins og borð, stólar og ruskíløt. Á henda hátt kunnu tey ferðandi seta seg niður at njóta túrin og ta sera vøkru náttúru, sum er í økinum eystur á Eystnes.