Vilt tú byggja og búgva í Saksun?

- Ætlanin er, at tey, sum fara at byggja í nýggju útstykkingini í Saksun, eisini vilja búgva her, sigur Heðin Zachariasen.

Í løtuni er Sunda kommuna í holt við eina minni útstykking í Saksun, har grivið er út fyri fýra grundstykkjum til sethús. Økið, har grundstykkini verða, liggur skamt við vegin.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at kommunan ætlar sær at selja grundstykkini byggibúgvin, og tað fer ikki at taka langa tíð, til tey verða klár.

 

- Tað er stórur áhugi fyri at byggja í Sunda kommunu, og vit hava eisini fingið fyrispurningar um møguleikar at byggja í Saksun. Tí hava vit valt at gera hesa útstykking.

 

Borgarstjórin sigur, at ætlanin hjá kommununi er, at tey, sum fara at byggja í nýggju útstykkingini í Saksun, eisini vilja búgva her, men tað er ivasamt, um kommunan kann áleggja bústaðarskyldu í bygdini.

 

- Vit hava ein langan lista við fólki, sum vilja byggja ymsastaðni í kommununi, og tá útstykkingin í Saksun er liðug, fara vit at venda aftur til tey, sum standa á listanum, sigur hann.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at Sunda kommuna eisini arbeiðir við einari útstykking til frítíðarhús í Saksun, og her er talan um at útvega møguleikar til umleið 12 frítíðarhús.

 

Tað er soleiðis, at størstur hevur áhugin vera at byggja í miðjuni í kommununi, sum borgarstjórin tekur til, men tað er eisini áhugi kring um í bygdunum annars.

 

- Í løtuni verður bygt bæði í Tjørnuvík og á Langasandi, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen.