Vilt í Suðuroy fór av bakkastokki í Vági fríggjadagin. Skráin byrjaði klokkan 18 við at gomlu grindabátarnir og onnur før stevndu inn eftir fjørðinum. Ljómur sang umborð á sluppini Johonnu og so var hol sett á rúgvusmiklu skránna, ið fevndi um bæði sølutorg, mótasýning, skúmbað til børn, ymsar kappingar, politikarar, ið málaðu list, kvøldseta og túnadansur.
Veðrið var gott; stilli og turt og gjørdi hetta sítt til, at tiltakið eydnaðist væl. Fólk tók væl undir við nýggja tiltakinum og nógv fólk leitaðu til øll tiltøkini.
Dan Djurhuus og Finn Johannessen, fyrireikarar, eru sera væl nøgdir eftir stóra tiltaki.
- Vit høvdu sett nøsina upp ímóti einum hugnaligum tiltaki, ið kundi gerast afturvendandi. Vit tí stóru luttøkuni og tí góða lagnum, ið var fríggjakvøldið, er ongin ivi frá okkara síðu, at hetta var sera væleydnað. Tað er gleðiligt at so nógv komu til tiltøkini og at fólk úr allari oynni virkaðu við, vitjaðu og stuðlaðu. Vit eru takksamir fyri stuðulin frá Vágs Kommunu, Føroya Banka, Strandferðsluni og Suðuroyar Sparikassa. Nú fara vit so at eftirmeta tiltøkini, skránna og heildina, og so taka vit støðu til hvat síðani skal henda. Vit vóna sjálvandi at fáa hetta afturvendandi, men so krevst at bygdirnar eisini spíla seg út og bjóða seg fram. Tað er vilt í Suðuroy - og tað var tað sanniliga eisini fríggjakvøldið, siga Finn og Dan.