Í fjør var Vágur karmur um tiltakið, sum heppnaðist framúr væl, og sum veruliga fekk fólk úr allari Suðuroynni, eins væl og fólk norðanfjørs, at leita sær til Vágs. Flestu tiltøkini vóru ókeypis, og var okkurt til allar málbólkar. Í ár verður tiltakið “Vilt í Suðri” so hildið í Hvalba 3. mai.
Tað kann longu avdúkast, at sluppin Jóhanna ger fiskitúr runt Lítlu Dímun, eins og at teir fara at taka fólk umborð, ið velja at síga niður av Lítlu Dímun.
Tey, ið varða av Lítlu Dímun, fara at gera rættuliga nógv burturúr, tí tey hava leigað tyrlu til at flyta fólk til og úr oynni. Møguliga verður eisini fólkafundur á Lítlu Dímun.
Tað verður stórt skúmbað til børnini, kappkoyring, og so fara handlar eisini at hava serligar útsølur í Roynhøllini
Á kvøldi verður stór kvøldseta í Roynhøllini, har góður felagssangur er á skránni saman við tveimum av landsins kendastu skemtarum. Eisini verður serlig kolasuppa á skránni. Lagt er upp til eitt vilt tiltak í Hvalba 3. Mai, og meira er at frætta á www.vilt.fo.










