Uttanríkisráðharrin kemur ikki aftur til arbeiðis sum uttanríkisráðharri, eftir at sjúkrafarloyvið honum er liðugt.
Ráðharrin fór í farloyvi, tá kona hansara herfyri fekk ein blóðtøkk og skuldi gjøgnum eina longri endurvenjingarviðgerð. Sambært ekstrabladet.dk kemur almenna fráboðanin frá uttanríkisráðharranum seinni í dag.
Sum uttanríkisráðharri varðar Villy Søvndal eisini av føroyskum viðurskiftum, eitt nú aktuellu trætuni millum Føroyar og ES um sild og makrel.
Roknað verður nú við eini størri umskipan í stjórnini. Í gjár legði Morten Bødskov, løgmálaráðharri frá sær, so nú standa tveir ráðharrasessir tøkir.
Sambært TV2 News verður tað fyrrverandi SF-formaður, Holger K. Nielsen, sum tekur við sum uttanríkisráðharri. Hann er skattamálaráðharri, so tað bendir eisini á eina størri umskipan í stjórnini.









