Villini blómur í SvF

Sjónvarp Føroya er í løtuni í gongd við at taka upp sendingar um villini blómur í føroysku náttúruni. Tað er Bergljót D. Hentze, sum leggur sendingarnar til rættis. Afturat sær hevur hon plantufrøðingin, Onnu Mariu Fossá

Vakra føroyska náttúran og hennara ríka plantulív verða sett í hásætið í fýra sjónvarpssendingum hjá Bergljót D. Hentze. Sjónvarp Føroya er nevniliga í løtuni í holt við at framleiða nakrar sendingar um villini blómur í føroysku náttúruni.
Bergljót D. Hentze, sum leggur sendingarnar til rættis, sigur, at orsøkin til, at valt varð at fara undir slíkar sendingar er, at á Náttúrugripasavninum er ein urtagarður við føroyskum plantum. Men ístaðin fyri bara at halda seg har, so var stuttligari at fara út í sjálva náttúruna at hyggja eftir teimum.
Anna Maria Fossá, sum er plantufrøðingur á Náttúrugripasavninum, er við í sendingunum, har hon greiðir frá blómunum, ið funnar verða.

Í fjall og fjøru
Talan verður helst um eini fýra sendingar, sum verða umleið hálvan tímar til longdar.
? Vit ferðast runt ymsastaðni í Føroyum. Ein sending verður í fjøllunum, ein við strendurnar, ein í gjáum og ein við áir og vøtn, greiðir Bergljót D. Hentze frá.
Millum annað hevur upptøkuliðið verið uppi á Slættaratindi og hugt eftir plantum har. Sendingarnar verða tiknar upp í hesum døgum, tá veðrið er til tað.
Tað er Ragnar C. Joensen,sum tekur sendingarnar upp, og enn er ikki avgjørt, nær tær verða sendar.

Sjáldsom sløg
Sambært Onnu Mariu Fossá hava vit nógv sjáldsom plantusløg í Føroyum. Sagt verður, at í Føroyum eru um 330 sløg av plantum.
? Vit royna í sendingunum at vísa á tann sjáldsama vøksturin, sigur Anna Maria Fossá. Hon er útbúgvin plantufrøðingur, og í doktararitgerðini hevur hon skrivað um fjallavøkstur og veðurlagsbroytingar í Føroyum.
Hon sigur, at tað hevur verið eitt sindur trupult við upptøkunum av sendingunum. Hetta kemst av, at hon sjálv hevði viljað víst á planturnar, tá tær standa í blóma. Tað er tó torført at koma á eitt øki, har allar planturnar standa í blóma í senn.
Eisini hevur veðrið ikki verið heilt til vildar hvørja ferð, men sum heild letur Anna Maria Fossá tó væl at.