BBC skrivar nú á síni heimasíðu, at Andre Villas-Boas hevur sagt seg úr starvi hjá FC Porto, og hevur harvið slóðað veg fyri einum skifti til Chelsea.
Í einari fráboðan frá FC Porto verður sagt: FC Porto hevur fingið ávísing í dag um, at Andre Villas-Boas sigur sáttmálan upp at fara úr gildi beinanvegin við at vísa til ásetingina í sáttmálanum.
Víðari sigur Porto, at sáttmálin verður ógildaður so skjótt upphæddin á 15 milliónur evrur er goldin felagnum.
Tíðindastovan Lusa segði fyrr í dag, at Andre Villas-Boas sjálvur ætlaði at gjalda leyskeypingina frá sáttmálanum.
Væntandi komandi Chelsea venjarin hevur ikki læringstíðina hjá hvørjum sum helst. Hann var nevniliga hjálparvenjari hjá Jose Mourinho, bæði í Porto, Chelsea og Inter, áðrenn hann tók yvir í Academica og haðani fór til Porto fyri einum ári síðani.