Meðan norðmenn flestir fyrireika seg til tjóðardagin 17. mai, so halda tær norsku pisurnar sær á gleimi. Og tað gongur vilt fyri seg.
Í Noreg er fyribrygdið studentaskúli burtur, meðan tað vit forbinda við studentaskúla verður rópt »Videregående skole«. Har kann man lesa alt frá heilsufak, frisørfag hondverkarafak, aling o.s.fr., men eisini tey upprunaligu »almennfakini«, sum norðmenn rópa tey: mál, matematikk, fysikk o.s.fr. Avgangsnæmingarnir, ella pisurnar, ið ganga á handilsskúla verða róptir »blá-russ«, meðan hini eru »rødruss«.
Tær norsku pisurnar ganga ikki í hattum eftir at tær hava lokið prógv, men í reyðum ella bláðum ketildraktum ella smekkubuksum og keppum í nakrar vikur fram til 17. mai, sum er tjóðardagur Noregs. Á teimum reyðu og bláu búnunum stendur skrivað, hvørjum skúla næmingarnir koma frá, onkur vísdómsorð, autografurin frá onkrum klassavini og kanska hondavtrikkið frá eini unnustu.
Pisurnar ganga soleiðis ílætnar í einar tvær vikur fram til tann 17. mai. Próvtøkuna hava flestu pisur ikki stundir at hugsa um fyrr enn aftaná feiringina.
Tær ófloygdu pisurnar koyra í gomlum stórum bussum, sum eru málaðir reyðir ella bláðir, og sum eru prýddir við ymiskum áskriftum, málningum og onkrum reklamum. Á takinum hava hesir bussarnir stórar hátalarar, sum fyri hvørt ár gerast alsamt størri og sterkari. Vanligt er eisini, at bussarnir hava ein tilhangara til streymaggregatið til tónleikaannleggið ? og tað hoyrist, tá ein »russ«-bussur er í nærheitini.
Hvør »russ« hevur eitt visittkort, sum børnini kappast um at fáa. Á hesum kortinum er oftast ein mynd av viðkomandi, navnið og upplýsningar um, hvørjum skúla viðkomandi gongur á ? og ikki minst okkurt vísdómsorðið. Eitt dømi uppá eitt slíkt er: »Pilsen kommer ikke til deg, du må komme til pilsen«.
Pisurnar hava eisini eina kapping sínamillum. Henda kappingin gongur út uppá at fáa flest møguligar knútar og ting fest í keppin. Eitt av tingunum, pisurnar kunnu fáa í keppin, er ein proppur frá einum uppvaskidunki. Proppurin vísur til, at viðkomandi hevur svomið, ella baðað, í einum springvatni við uppvaskisápu í ? nakin. Tískil er tað eisini vanligt, at øll springvøtn í Oslo eru full av skúmi tann 17. mai.
Tann 16. mai er hæddarpunktið av festini. Tá er tað mesta loyvt, og fyri mong blívur náttin bæði long og váttlig. Tann 17. mai masjera tær ófloygdu pisurnar aftast í gonguni, og hvørt ár verður sagt, at ongantíð hevur tað verið verri og villari enn tað sama.