Viljormur valdur á vikuliðið

Føroyski landsliðsspælarin verður hildin at vera besti vinstri vongverji í superliguni síðsta vikuskifti

Tað kann ganga øgiliga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Tað kann føroyski landsliðsspælarin Viljormur í Heiðunum Davidsen skriva undir uppá.

Tað er bara ein vika síðani, at hann taldist millum eykaspælararnar í Vejle. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur hann verið á liðnum, og í dag verður hann hildin at vera besti vongverji í superliguni síðsta vikuskifti, tá ið Vejle vann 2-0 ímóti OB.

3F Superligan hevur sett vikuliðið, og har eru tríggir Vejle spælarar – Tobias Mølgaard er vongverji í høgru, Viljormur í Heiðunum Davidsen er vongverji í vinstru, og Allan Sousa er síðuspælari í høgru.

Næsti dysturin hjá Vejle verður klokkan 16 í morgin, tá ið Vejle skal spæla steypadyst á útivølli ímóti Randers FC.