Viljormur væntar at gerast fastur brotssparksskjútti nú (FM1)

(FM1) Hoyr Viljorm Davidsen seta orð á útjavnandi málið og á 2-1 sigurin á Litava

##med2##

 

- Tá ein skorar trý mál á rað uppá brotsspark, so má ein vera blivin tann fasti brotssparksskjúttin, segði ein fegin Viljormur Davidsen um útjavnandi málið til 1-1 móti Litava á Tórsvølli. 

 

- Vit koma afturum 0-1, men vit vísa góðan moral og koma á odda 2-1, og tað haldi eg er framúr væl gjørt, sigur Vilormur um 2-1 sigurin á Litava. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Viljorm Davidsen. 

 

Samrøða við fyrra málskjúttan: Viljormur Davidsen

Samrøða við fyrra málskjúttan: Viljormur Davidsen