Í gjár spældu Viljormur Davidsen og liðfelagar hansara í Vejle síðsta landskappingardystin í 2013. Hann var á heimavøllinum í Nørreskóginum, har gamla stórfelagið í gulltíðarskeiðnum í seksti og sjeyti árunum so mangan rakk glæsiligum úrslitum.
Nú er dagsskráin at vera við í kappingini um at sleppa upp aftur í bestu deildina. Í gjár vitjaði toppliðið Hobro, og fyrstu løtuna gekk tað ikki væl hjá føroyska landsliðsspælaranum og hansara liðfeløgum. Í handavend legði Hobro seg framum bæði 1-0 og 2-0, hóast tað var heimaliðið, sum fyri tað mesta hevði tak á bóltinum.
Undan steðginum minkaði Vejle um munin, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað eftir tógvið stríð og eftir nógvar royndir ímóti mótstøðumálinum – eitt nú hevði Viljormur Davidsen eitt gott langskot - at javna til 2-2. Í evstu løtu hevði Vejle stóran møguleika at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.
Nú teir eru farnir í vetrarfrí frá landskappingini er Vejle á triðja plássi í næstbestu deildini. Vejle hevur 29 stig. Á uppflytingarplássunum eru Hobro og AC Horsens við ávikavíst 39 og 35 stigum.