Í dag frá klokkan 15 til 17 verður Fótbóltspanelið á FM1. Tað er fótbóltssending, sum er á FM1 hvønn fríggjadag. Sendingin í dag verður merkt av landsliðsstemningi.
Í fyrra tímanum verður ein longri samrøða við Viljorm Davidsen, sum endaði í sóttarhaldið til seinastu landsliðssamling. Hann slapp ikki at spæla dystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova.
Støðan hjá Viljormi Davidsen er eisini heilt serlig. Hann skuldi upprunaliga ikki við flúgvaranum, har hann endaði við at verða í “nærsambandi” við ein persón, sum hevði koronu. Viljormur var koppsettur, men hon var ikki fult virkin fyrr enn 48 tímar eftir flúgvitúrin.
Hartil blivu tilmælini broytt tveir dagar eftir komu til landið. Eftir reglugerðini hjá UEFA og donskum reglugerðum hevði hann kunna spælt, men tilmælini í Føroyum vóru strangari.
Tað endaði við, at Viljormur Davidsen fór av landinum dagin fyri dystin móti Danmark, tí hann var nú ikki ein so stórur smittuvandi, at hann ikki kundi flúgva. Komin til Danmarkar møtti hann donskum fjølmiðlafólkum og øðrum, sum fara til Føroyar til dystin – uttan tilmælir.
Sama dag, sum Føroyar spæla móti Danmark, spælir Viljormur Davidsen við Vejle BK í donsku steypakappingini, tí har er hann ikki ein eins stórur smittuvandi.
- Eg skilti einki av tí heila. Eg kundi spæla í Danmark sama dag, sum Føroyar spældu móti Danmark. Tað er løgnasta kenslan eg nakrantíð havi havt, meðan eg havi hugt eftir einum dysti. Eg vildi so gjarna at liðið kláraði tað, men hugsaði samstundis hví eg ikki kundi spæla við, sigur Viljormur Davidsen í samrøðuni við FM1.
Øll samrøðan kann hoyrast á FM1 í dag klokkan 15. Samrøðan verður í fyrra tímanum av sendingini Fótbóltspanelið, sum verður frá klokkan 15 til 17.