Fyri fjórðu ferð hetta kappingarárið taptu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Helsingborg við einum máli. Tað er hent í fýra av sjey teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Í kvøld tapti Helsingborg 0-1 fyri IFK Norrköping á heimavølli. Norrköping skoraði sigursmálið tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Helsingborg er fjórðaftast í deildini við fimm stigum, bert ein betri málmunur skilir Helsingborg frá Värnamo á triðaftasta plássinum.
Viljormur Davidsen hevur fingið fulla spælitíð í øllum sjey dystunum, undantikið í útidystinum móti Djurgården tá hann var skiftur út í 88. minutti.
Komandi sunnudag tekur Helsingborg móti Degerfors, ið liggur aftast í deildini við trimum stigum.










