Viljormur á odda - Heini út við skaða

Vejle er framvegis oddalið, og Fremad Amager vann, men Heini Vatnsdal mátti út við skaða í fyrra hálvleiki

Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í dysti í dag.

 

Vejle við Viljormi Davidsen á vinstra bakki frá dystarbyrjan megnaði javnleik 1-1 á útivølli í oddadystinum ímóti Thisted, og tað var nóg mikið til at tryggja Vejle oddasessin aftaná 10 umfør. Dominic Vinicius legði Vejle á odda tá 33 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Thisted, men javnleikur á útivølli í einum oddadysti er góðkent fyri tey í Vejle.

 

Hitt føroyingaliðið, Fremad Amager vann 1-0 á heimavølli. Olcay Senuglo skoraði sigursmálið longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Tíverri mátti Heini Vatnsdal út við skaða beint undan steðginum, og var tað ein strika í gleðini um heimasigurin á Sundby leikvøllinum á Amager.

 

Komandi sunnudag møtast júst Vejle og Fremad Amager í Vejle.

 

Støðan:

 

1

Vejle 

10

6

3

1

19

10

9

21

2

Thisted

10

6

2

2

18

13

5

20

3

Vendsyssel FF

10

5

4

1

21

12

9

19

4

HB Køge

10

5

3

2

16

9

7

18

5

Viborg

10

5

0

5

22

20

2

15

6

Fremad Amager

10

5

0

5

8

15

-7

15

7

Fredericia

10

4

2

4

22

18

4

14

8

Esbjerg fB

10

4

2

4

14

13

1

14

9

Nykøbing FC

10

4

0

6

16

21

-5

12

10

FC Roskilde

10

2

2

6

14

20

-6

8

11

Brabrand

10

2

2

6

10

22

-12

8

12

Skive

10

0

4

6

16

23

-7

4