Viljormur legði upp í sigri

Viljormur Davidsen og Velje vunnu í kvøld 3-1 á FC Fredericia

Føroyski landsliðsbakkurin spældi í dag fyri felagið hjá sær, Vejle Boldklub, í næstbestu deildini í Danmark. Velje tók móti gamla felagnum hjá Jóan Símuni Edmundsson, FC Fredericia.

 

Úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur. Við støðuni 2-1 var tað Viljormur Davidsen, sum átti uppleggið, tá Kristian Gaarde avgjørdi dystin við málið til 3-1. Heimsíðan hjá Velje lýsir uppleggið sum eitt gott innlegg.

 

Orsaka av uppgávuni við Velje, so er ikki møguligt hjá Viljormi at spæla við A-landsliðnum, sum í morgin spælir móti Malta.

 

Vejle er nú nummar trý í NordicBet deildini í Danmark.