– Tað er als ikki nøktandi fyri okkara sjófólk, at eingin frágreiðing enn er komin uppá, hví trolarin Gullberg sakk so sbrádliga, sum hann gjørdi.
Tað sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag í frágreiðing eftir aðalfundin, sum varð hildin á Hotel Hafna 28. desember.
Felagið sigur, at um manningin ikki hevði borið so skjótt at, kundi ein stór vanlukka staðist av hesum.
– Sjóvinnustýrið eigur beinanvegin at taka stig til at fáa uppklárað, hví hetta hendi. Um neyðug má skipið takast upp av botni, ella má kanning gerast við kavbáti til at finna orsøkina, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.