Í hesum døgum verður ein umfatandi kanning gjørd fyri at fáa greiðu á, hvat føroyingar gera í frítíðini. Úrslitið skal búkast til at geva myndugleikunum eina fatan av, hvat føroyingar halda um teir frítíðarmøguleikar, sum eru, og hvussu teir kunnu mennast.
Í hesum sambandi hava 6000 føroyingar fingið eitt spurnarblað sendandi og í spurnarbløð eru á veg til 4.500 fólk afturat.
Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór kanning verður gjørd av frítíðarlívinum í Føroyum, og tey sum standa fyri kanningini eru Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og fleiri einstakar kommunur, Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetur Føroya, umframt Lokale og Anlægsfonden í Danmark.
Og tey heita staðiliga á fólk um at svara spurnarblaðnum, tí ein so umfatandi kanning gevur holla vitan um tøvrin á frítíðartilboðum, og hvussu tey kunnu mennast. Men fyri at fáa eitt so gott grundarlag sum møguligt, hevur tað sera stóran týdning, at nógv fólk svara, siga fyriskipararnir.
– Hetta verður til gagn og gleði fyri okkum øll, sum virka og trívast í Føroyum, leggja teir afturat.
Umframt spurnablaðið til vaksin fólk verða eisini ein onnur spurnarkanningar gjørdar og hon vendir sær til børn í 4.-10. flokki, sum fáa møguleikan at svara spurnablaðnum í skúlatíðini. Ein onnur kanning er eisini gjørd, har frítíðarfeløg kundu svara spurningum um virksemið í feløgunum. Og umframt hetta, verða eisini arbeittt við at skráseta øll frítíðarverkløg kring landið.
Tá ið øll úrslitini eru greina, verða tey, sum fáast við ítróttarvirksem, boðin at samskifta um, hvussu frítíðarvirksemið kring landið kann mennast, siga fyriskipararnir.