Vilja við treiskni vinna ljóð fyri framhaldsdeild

Foreldur í Sankta Frans skúla arbeiða íðin fyri at vinna politiskt ljóð fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla.

 

Undir yvirskriftini: »Tá treiskni vigar upp ímóti vón« hevur Foreldrabólkurin fyri Framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sent okkum hesa viðmerking í sambandi við tað, sum hevur verið frammi í almenna kjakinum:

 

Foreldrini skriva soleiðis:

 

Mikukvøldið 26. oktober høvdu vit foreldur, ið arbeiða fyri eina framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, aftur kallað inn til orðaskifti um framtíðina hjá børnum okkara. Fundurin var ein uppfylging upp á pallborðsfundin 17. mai í ár, tá vit eisini umrøddu sama evni. Tí tó at vit øll vistu at langt var eftir á mál, so fóru vit eftir tann fundin í mai heim við eini greiðari fatan av, at sitandi býráðspolitikarar skiltu týdningin av at bjóða børnum okkara fría valið og vildu ganga okkara ynski á møti.

 

Málið varð tikið upp aftur í býráðnum – og súltað

Í juni frættist, at Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldið, ætlaði at leggja uppskot um framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla til samtyktar á býráðsfundi. Fleiri foreldur møttu spent upp til býráðsfundin við teirri vón, at tað, ið varð lovað av fleiri býráðspolitikkarum á pallborðsfundinum í mai nú fór at verða samtykt.

 

Men so var ikki!

 

Ístaðin sóu foreldrini politikk frá síni keðiligastu síðu. Greiða uppskotið kom ongantíð til atkvøðugreiðslu, men í staðin varð eitt broytingaruppskot lagt fram. Samtykt varð at seta ein arbeiðsbólk, og fløkti arbeiðssetningurin og tíðarfreistin hjá hesum bólki var og er soleiðis, at eingin framhaldsdeild kann koma í bræði í Sankta Frans skúla. Ja eitt foreldur segði tað so greitt eftir býráðsfundin:

 

»Da fanden ville, at intet skulle ske, satte han på jorden den første komité!«

 

Foreldarbólkurin saman við foreldrum lótu tó arbeiðsbólkin sleppa at royna seg. Men tá nakað var komið út á heystið, og eingin framgongd tyktist at vera, traðkaði treiskni til aftur. Skuldi nakað henda, mátti vónin víkja fyri treiskni.

 

Vilja politikararnir í veruleikanum viljan hjá borgaranum?

Mikukvøldi 26. oktober vórðu umboð fyri allar flokkar í býráðnum so aftur boðin at koma niðan í Sankta Frans skúla at geva sína meining greitt til kennar. Gott og væl hundrað – ja nærri 150 – foreldur og avvarandi vóru møtt upp til fundin.

 

Eftir at umboðini høvdu havt teirra framløgur og orðstýrarin hevði sett teimum greiðar spurningar um ynskið hjá Sankta Frans skúla um framhaldsdeild, fingu foreldur og onnur møguleikan at siga sína søgu og at seta spurningar.

 

Foreldur vilja børnunum tað besta

Nógv foreldur reistu seg upp á fundinum og søgdu frá upplivingum av tvungna skúlaskiftinum úr Sankta Frans skúla hjá børnum teirra, og har vóru bæði ræðandi og syrgiligar frásagnir.

 

Nøkur børn hava tørv á so fáum broytingum sum gjørligt og vælskipaðum umstøðum, meðan onnur stórtrívast í stórum eindum og skiftandi umstøðum. Hetta eru náttúrligir ymiskleikar hjá børnum, sum foreldur at børnum í Sankta Frans skúla heita á sitandi og komandi býráðspolitikkarar um at taka í størsta álvara.

 

Tí er okkara inniligasta ynski, at børnini í Sankta Frans skúla skulu hava valmøguleikan at vera verandi í framhaldsdeild í trygga og góða miðbýðarskúlanum Sankta Frans. Ja tey skulu heilt einfalt hava sama valmøguleikan, sum tey hava í hinum skúlunum í Tórshavn. Hvørki meira ella minni.

 

Politikararnir lovaðu at arbeiða fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla

Tí var tað gleðiligt, at tá fundurin var komin at enda, kundi staðfestast, at øll tey hjástøddu politisku umboðini lovaðu, at tey skuldu arbeiða fyri eini framhaldsdeild í Sankta Frans skúla.

Vit hava fingið loyvi frá teimum at leggja hesar staðfestingar út til almenningin:

 

Jógvan Arge, valevni fyri Tjóðveldið, segði á fundinum, at hann er fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, sum er millum størstu skúlar í kommununi. Hann kundi ikki svara fyri, hvat hini valevnini fara at stemma, um málið kemur aftur til atkvøðugreiðslu, men ongin úr Tjóðveldi atkvøddi fyri býráðssamtyktini í juni 2016, sum nú tykist vera forðing fyri framhaldsdeild í Sankta Frans næsta skúlaár.

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin, segði á fundinum, at hann er fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, umframt at Fólkaflokkurin hevur tikið eina felags støðu, og at øll valevni floksins eru fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla.

 

Sissal Kristiansen, valevni fyri Framsókn, segði á fundinum, at hon er fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, og at Framsókn hevur tikið eina felags støðu í málinum og eru fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla

 

Tróndur Sigurðsson, valevni fyri Javnaðarflokkin, segði á fundinum, at hann er fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, men at Javnaðarflokkurin, ella valevnini í Javnaðarflokkinum, ikki hava tikið eina felags støðu, og tí vita vit ikki, hvat hini valevnini í Javnaðarflokkinum halda um málið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, valevni fyri Sambandsflokkin, segði á fundinum, at hann vil arbeiða fyri, at møguligt verður at hava framhaldsdeild á Sankta Frants skúla.

 

So niðurstøðan á fundinum var greið: politiskur vilji er fyri framhaldsdeild á Sankta Frans skúla – og foreldrini fóru av fundinum við góðari vón. Við eini vón um, at politikkarar í Tórshavn lurta eftir borgaranum og eru sinnað at skapa teir bestu karmarnar og sum rúma ymiskleika. Eisini hava foreldrini løtt seg við treiskni. Eitt treiskni, ið kemur at røkka nógv longur enn býráðsvalið 8. november 2016.

Foreldrini geva ikki upp, men fylgja við í, um framsettu lyftini verða hildin og víst í verki.