Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum, Hanna Jensen, undirskrivaði í seinastu viku umsókn um at føroyingar gerast limir í altjóða felagsskapinum WorldSkills Europe. Hesin limaskapur verður umboðaður gjøgnum Føroya Handverksmeistarafelag, sum hevur tikið stig til at søkja um limaskap í hesum altjóða felagsskapi.
WorldSkills Europe er altjóða áhugafelagsskapur, sum hevur til endamáls at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi. Felagsskapurin virkar fyri at økja medvitið um týdningin av fakligum kunnleika og førleika og fyri yrkisútbúgving á høgum dygdarstigi á evropeiskari grund.
Endamálið er við faklærdum úrmælingum at gera heimin betri, og á tann hátt vísa á virðið á teirra førleikum, og samstundis økja um og styrkja fakligu viðurkenningina.
WorldSkills Europe leggur dent á at framsýna og fremja evropeiskar førleikar og yrkisútbúgvingar. Í tí sambandi verður annaðhvørt ár skipað fyri EuroSkills-kapping, sum er evropeiska meistaraskapið fyri ung úrvalsfakfólk at kappast um at gerast evropameistari á sínum fakøki.
- Kappingin er bygd soleiðis upp, at limalond skipa fyri nationalum kappingum, har vinnarar síðan kappast víðari við onnur limalond í WorldSkills Europe, siga tey í mentamálaráðnum í tíðindaskrivi í kvøld.
Herfyri var, eins og í 2017, skipað fyri føroyameistaraskapi í handverki millum nøkur av okkara føroysku handverksfakum. Í ár varð kappast í trimum yrkisgreinum – elektrikarayrkinum, timburyrkinum og hárfríðkanaryrkinum. Kappingin varð hildin á torginum í SMS og vardi í tveir dagar.
- Í Føroyum eru vit í ferð við at byggja kappingina upp, og tá hon er komin í fasta legu, kann hugsast, at vinnararnir í FM í handverki fara víðari út í Evropa at kappast, um so er, at Føroyar fáa limaskap í WroldSkills Europe, siga tey í mentamálaráðnum í kvøld.
Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri FM fyri handverkslærlingar.










