Men nú er ætlanin at fáa hetta søguliga staðið aftur til heiður og æru.
Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið heitt á Sunda kommunu um at velja eina lim í ein arbeiðsbólk, sum skal orða eitt uppskot um, hvussu henda hvalastøðin við Áir eigur at varðveitast.
Í arbeiðsbólkinum verða eisini umboð fyri Mentamálaráðið, Landsverk og Fornminnissavnið.
Á fundi í Sunda kommunu í kvøld skal hetta umboðið veljast. Trivnaðarnevndin mælir til at velja borgarstjóran, Heðin Zachariassen, og tí verður tað uttan iva hann, sum verður umboðið hjá kommununi í arbeiðsbólkinum.