Vilja tvinga pápar í barsilsfarloyvi við lóg

Sum støðan er nú, missa mammurnar bæði løn og pensjón, siga búskaparfrøðingar og løgfrøðingar

Pápar í Føroyum skulu verða longri í barnsburðarfarloyvi enn teir eru nú. Tað heldur felagið fyri búskaparfrøðingar og løgfrøðingar í Føroyum, BLF.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Landsstýrinum um at leingja barnsburðarfarloyvi upp í eitt ár. Í løtuni er tað 48 vikur og sostatt skal tað leingjast fýra vikur afturat.

Men BLF heldur, at nú barnsburðarfarloyvið verður longt, er búgvin at umhugsa at gera broytingar í skipanini, sum kunnu eggja pápum at taka ein størri part av farloyvinum.

Tey vísa át, at hagtøl úr Føroyum, og hinum Norðurlondunum, vísa, at pápar eru bara í barsilsfarloyvi ta tíðina, teir noyðast at vera í barsilsfarloyvi eftir lógini.

Tað merkir, at í Føroyum eru tað mammurnar sum taka nógv tann størsta partin av barnsburðarfarloyvinum. Í 2017 vísa tølini, at mammurnar tóku 92 prosent av øllum barsilsfarloyvinum, so hóast foreldur kunnu býta 30 vikur ímillum sín, eru tað mammurnar, sum taka meginpartin av barnsburðarfarloyvinum.

Samanborið við grannalondini, eru tað páparnir í Føroyum, sum eru minst í barnsburðarfarloyvi, tí teir taka bara átta prosent av farloyvinum. Í Danmark taka páparnir 10 prosent av farloyvinum, í Finnlandi taka teir 11 prosent av barsilsfrloyvinum, í Noregi taka teir 21 prosent, í Svøríki taka teir 27 prosent og í Íslandi taka páparnir 30 prosent av barsilsfaroyvinum.

– Verða eingi tiltøk sett í verk fyri at tryggja, at pápar taka ein størri part av barnsburðarfarloyvinum, fer hetta uppskotið at elva til, at kvinnur vera uppaftur longur burtur frá arbeiðsmarknaðinum í sambandi við barnsburð, sigur BLF.

– Henda fráveran frá arbeiðsmarknaðinum hevur ávirkan á lønarinntøku, eftirlønarsamansparing og onnur ognarviðurskifti hjá kvinnum í Føroyum, leggja tey afturat.

BLF mælir tí staðiliga til, at tær fýra vikurnar, sum landsstýrið nú ætlar at leggja afturat barnsburðarfarloyvinum, verða markaðar til pápan.