Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, fara nú at legga uppskot fyri Løgtingi um at fáa eina føroyska veðurlagslóg.
– Við eini veðurlagslóg, seta vit okkum bindandi mál á umhvørvisøkinum, og vit noyða landsstýrið til at taka støðu til útlátið á hvørjum ári, siga tær báðar.
Tær vísa á, at í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum ein veðurlagspolitikk, har málið var, at í 2020 skuldi útlátið vera 20 prosent minni enn tað var í 2005.
Men nú 2020 er farið aftur um bak, er málið ikki rokkið. Tvørturímóti er útlátið 60 størri enn tað skuldi verið eftir veðurlagspolitikkinum, siga tær báðar. Tí vilja tær nú hava Løgtingið at samtykkja ein nýggjan veðurlagspolitikk og at vit fáa eina beinleiðis veðurlagslóg, so at veðurlagspolitikkurin verður bindandi.
Tað er neyðugt við einum bindandi politikki og tí vilja hava eina veðurlagslóg, siga tær báðar. Tær siga, at fáa vit eina veðurlagslóg, mugu øll landsstýrið taka neyðug stig fyri at halda lógina.
Tær staðfesta, at veðurlagspolitikkur tekur tíð og tí er tað avgerandi, at arbeiðið gongur tann rættan vegin ár um ár. Hetta kann gerast við at seta í lógina, at støðan verður eftirmett á hvørjum ári, og at tær verða lagaðar til tá ea neyðugt fyri at halda lógina. Samstundis aðalorðaskifti verða í Løgtinginum á hvørjum ári, siga tingkvinnurnar.
Við eini veðurlagslóg binda vit okkum til at minka um útlátið eina ávísa nøgd um árið, og tað ikki kann skúgvast til viks, eins og tað er gjørt í sambandi við veðurlagspolitikkin 2009, siga tær báðar.











