Nú mugu ætlanirnar hjá bankunum at flyta netbankan uttanlands, steðgast. Ístaðin fyri skulu vit hava ein føroyskan netbanka við øllum, sum hartil hoyrir. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi.
Nú føroysku peningastovnarnir í dag boða frá, at allir føroyingar, sum hava netbanka, skulu knýtast upp í NemID, gjørdi Høgni Hoydal skjótt av og hevur reist spurningin á Løgtingi.
Tjóðveldi hevur fleiri ferðir lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa ein føroyskan netbanka aftur, sum vit sjálvi hava ræðið á.
Og nú bankarnir boða frá, at vit skulu hava NemID, vil hann hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at greiða frá, hvørjar avleiðingarnar tað fer at fáa fyri føroyingar.
Høgni Hoyal vil hava at vita, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnar at menna føroyskar loysnir og føroyskar førleikar.
Tað, hann hugsar um, er, hvat hetta kostar í útreiðslum og mistum inntøkum, ið fara av landinum, og hvat kostar hetta í mistum arbeiðsplássum og vinnumøguleikum í Føroyum.
- Hvussu stóran part av yvirskotinum hjá bankunum, sum føroyskir brúkarar gjalda, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir uttanlands, spyr Høgni Hoydal, landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Hann spyr eisini um føroyingar skulu lata NemID sítt P-tal, ella um føroyingar skulu hava eitt danskt cpr-nummar fyri at fáa atgongd til egna peningakontu og netbanka?
- Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, at teirra upplýsingar eru tryggir og kunnu ikki misnýtast í hesi skipan, spyr Høgni Hoydal, og vísir til dømini, sum eru nevnt um vantandi trygd og atgongd hjá teldusníkum.
Formaðurin í Tjóðveldi vil eisini hava at vita um landsstýrið ætlar at føroyingar frameftir skulu nýta ta donsku NemID-skipanina í sínum talgilda samskifti við almennar myndugleikar?
- Fyri tann einstaka, er onki val: Fyri tey yvirskot, ið føroyski brúkarin skapar bankunum, verður hann noyddur at brúka skipanir, ið vit onki ræði hava á í Føroyum, og sum hava víst seg at hava stórar trygdartrupulleikar, sigur Høgni Hoydal Og hetta eru skipanir, ið flyta pening, arbeiðspláss, førleikar og vinnumøguleikar av landinum, leggur hann afturat.
- Í framtíðini fer samskiftið hjá okkum øllum við almennar myndugleikar og privatar fyritøkur at fara fram elektronisk umvegis alnetið. Tí hava vit einastandandi møguleikar at byggja upp føroyskar loysnir, ið eru tryggar og einfaldar fyri hvønn einstakan, og sum kunnu kappast við aðrar skipanir úti í heimi, sigur hann.
|