Vilja steðga Schengen

Schengen-samstarvið stríðir ímóti donsku grundlógini, heldur ein felagsskapur, sum hevur stevnt danska statinum fyri grundlógarbrot.

 

Schengen

 

Schengen-samstarvið, sum ætlanin er, at Danmark, Føroyar og Grønland skulu fara uppí 25. mars, skal í juni mánað standa sína roynd í Hægstarætti.

Felagsskapurin Grundlovsværn 2000 heldur, at tað stríðir ímóti donsku grundlógini, at Danmark luttekur í Schengen-samstarvinum, og hann hevur tí stevnt danska statinum fyri grundlógarbrot.

Schengen-sáttmálin loyvir politistaliðum úr øðrum evropeiskum londum at sleppa inn um danska og sostatt eisini føroyska markið at jagstra brotsmenn. Spurningurin er, um tað samsvarar við grundlógina, at fremmandir politistamyndugleikar sleppa at arbeiða á danskari jørð. Tað heldur felagsskapurin Grundlovsværn 2000 at tað ger, og hann vil hava Poul Nyrup Rasmussen at útseta ætlanirnar um at fara uppí samstarvið saman við hinum norðurlondunum 25. mars í ár.

Sakførarin hjá felagsskapinum, Christian Harlang, heitir á forsætisráðharran um at steðga á, inntil rætturin hevur talað. Málið verður ikki viðgjørt í Hægstarætti fyrrenn 18. og 19. juni, og tá hevur Danmark longu luttikið í Schengen-samstarvinum í næstan tríggjar mánaðir.

- Tað hevði samsvarað best við gamla og nútíðar rættaruppfatan, um sáttmálin ikki verður settur í verk, fyrrenn rætturin hevur talað, skrivar Christian Harlang í einum brævi til forsætisráðharran.

 

Neyvan útsett

Øll norðurlondini hava avtalað, at tey skulu fara uppí Schengen-samstarvið í senn tann 25. mars, og eingi tekin eru um, at danska stjórnin fer at ganga frá hesari avtaluni. Tá ið hendan avtalan varð gjørd, visti stjórnin, at felagsskapurin ætlaði at royna málið í rættinum. Ætlanirnar vórðu ikki útsettar tá, og tað verða tær neyvan, nú tveir mánaðir eru eftir, til samstarvið fer í gongd.

Líkt er eisini til, at spurningurin um Schengen-samstarvið verður drúgvur at svara. Hægstirættur skal í juni gera av, um felagsskapurin Grundlovsværn 2000 yvirhøvur skal sleppa og royna málið í rættinum. Fær felagsskapurin viðhald, so byrjar veruliga sakarmálið helst í landsrættinum, og sama, hvat úrslit landsrætturin kemur til, so verður tað helst kært til Hægstarætt. Tað kann sostatt ganga drúgv tíð, áðrenn ein endalig avgerð liggur á borðinum.

 

Løgtingið ikki liðugt

Løgtingið viðger í løtuni Schengen-samstarvið og spurningin um Føroyar skulu fara uppí 25. mars saman við Danmark og Grønland. Og eisini her heima hava tingmenn sett spurnartekin við sáttmálan, og um tað er rætt, at Føroyar fara uppí. Tann atfinningarsamasti er helst Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum staðiliga hevur ávarað ímóti, at Føroyar fara uppí Schengen-samstarvið.

Málið er í uttanlandsnevndini í løtuni, og hon er ikki liðug við sína viðgerð enn.