- Vit bjóða nú út tríggjar byggigrundir í Sandavági til íbúðarbygging. Talan er um tríggjar partar av matr. nr. 133k, hvør á umleið 500 fermetrar, sum verða seldir við almennari útbjóðing.
Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.
- Útbjóðingin er liður í arbeiðnum hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað.
Í Vága kommunu vísa tey á, at tørvurin á ymiskum bústaðarloysnum er veksandi.
- Við hesum vil kommunan geva rúm fyri verkætlanum, sum kunnu nøkta ymiskar bústaðartørvir – bæði hjá ungum, familjum og teimum, sum ynskja ein annan bústaðarform enn tann siðbundna sethúsabústaðin.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað.
- Byggingin kann fevna um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, og kommunan leggur dent á, at verkætlanin skal fevna um eitt hóskandi tal av íbúðum og gjarna eisini ymiskar íbúðarstøddir.
Í Vága kommunu leggja tey eisini dent á, at byggingin verður væl hugsað og av góðari dygd.
- Parkering og góðar loysnir fyri uttanumøkið skulu verða partur av verkætlanini, og atlit skal takast til bæði umhvørvið, landslag og útsýnið, so byggingin fellur natúrliga inn í umhvørvið.
Sagt verður, at endamálið við útbjóðingini er at finna ta bestu loysnina fyri økið – eina bústaðarverkætlan, sum bæði er snøgg, væl skipað og av góðari góðsku, og sum gerst ein partur av bygdarmyndini í Sandavági.
- Byggiøkið verður matrikulerað frá, so hvør grund verður eitt sjálvstøðugt matrikulnummar á umleið 500 fermetrar.
Lagt verður aftrat, at sølan fer fram sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn.
- Áhugaðir bjóðarar kunnu lesa nærri um treytirnar í útbjóðingartilfarinum, sum er tøkt á heimasíðuni hjá Vága kommunu - www.vaga.fo










