Føroyska kirkjan hevur eitt gott samstarv við ta donsku kirkjuna. Men nú skal samstarvið við ta íslendsku eisini styrkjast.
Hetta var ikki minst staðfest seinasta sunnudag, tá Jógvan Fríðriksson, bispur og Meinhard Bjartalíð sóknarprestur luttóku við eina biskupavígslu á Skálholti.
- Hetta varð væl fagnað av íslendingum. Og nú fer samstarvið við ta íslendsku kirkjuna at mennast enn meiri. Góð og vinarlig norðurlendsk bond, sum vórðu staðfest og styrkt á Skálholti, sigur bispur.
Fyri júst einum ári síðani vóru umboð fyri føroysku kirkjuna og vitjaðu í Íslandi, og búðu tá júst í Skálholti.
Komandi vár koma íslendingar hendavegin at vitja.
Teir ynskja at seta seg inn í kirkjuligu viðurskiftini her, nú føroyingar sjálvir hava ábyrgd av kirkjuni.