Hondbóltur
Starvsnevndin hjá Hondbóltssambandinum sleppur í næstum at taka støðu til, hvat svar tey skulu geva spælarunum á kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Meginparturin av hópinum hevur nevnliga skrivað undir eitt skriv, har tær krevja, at landsliðsvenjarin, Sophus Dal-Christiansen, verður skiftur út.
- Talan er um generella ónøgd, tí vit meta ikki, at Sophus er rætti maðurin at standa á odda fyri liðnum. Eitt nú er tað ikki serliga motiverandi, at boð um landsliðsvenjingar verða sendar umvegis SMS, uttan at venjarin er í sambandi við einstøku spælararnar. Seinast var úrslitið, at tað bara vóru spælarar hjá Kyndli og Neistanum, sum vóru til landsliðssamling, verður millum sagt úr hópinum.
Eisini verður sagt, at einstakir av spælarunum fyrr hava gjørt HSF vart við sína ónøgd, uttan at hetta tó hevur ført nakrar broytingar við sær.
Verður sjálvandi tikið upp
Kristian Johansen, er formaður í Hondbóltssambandinum, og tá vit høvdu samband við hann, kendi hann einki til skrivið, sum skal vera ávegis.
- Hetta er púrasta nýtt fyri mær, so eg fái als ikki sagt, hvørja støðu eg havi til hetta. Sjálvur havi eg heldur ikki upplivað nakað fordømi av hesum slag, og tí fái eg heldur ikki sagt, hvør politikkurin hjá okkum er.
- Men tað sigur seg sjálvt, at kemur eitt slíkt skriv, so er tað nakað, sum verður tikið upp á starvsnevndarfundi, og so verður taka vit tað harífrá, sigur Kristian Johansen.
Men tað verður sagt, at spælarar áður hava gjørt nevndina vart við sína ónøgd?
- Vit fingu bræv frá einum spælara beint undan kappingini í Onglandi í heyst, og har varð funnist at fyrireikingunum til kappingina. Tá var tó bert ein vika eftir til kappingina, og viðkomandi spælari var ikki úttikin, so hetta fekk ikki tí heilt stóru viðgerðina, sigur Kristian Johansen.
Sjálvur hevur Sophus Dal-Christiansen ikki nakrar viðmerkingar til skrivi. Men hann sigur tó, at eru trupulleikar, so heldur hann tað vera upplagt, at hesir fyrst verða viðgjørdir saman við venjaranum.