Løgtingið má skera ígjøgnum í stríðnum um, hvør skal rinda fyri fiskirættindi. Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, og framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum. At mala sum hundur um heitan greyt, og vísa á, at málið er lagt fyri gerðarrættin, er ikki nøktandi, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at tað er bæði uppgávan, og skyldan, hjá Løgtinginum at lóggeva um karmarnar fyri, og tað kann ongantíð vera vikið frá tí.
Í hesum føri snýr tað seg um, at Føroya Reiðarafelag tvíheldur um, at gjaldið fyri fiskirættindi keypt á uppboðssølu skal kunna dragast frá, áðrenn manningin fær sín prosentpart av avreiðingarvirðinum, og tað merkir, at parturin hjá manningini lækkar.
Ingolf S. Olsen vísir hinvegin á, at lógin sigur greitt, at tað eru reiðararnir, sum skulu rinda fyri fiskirættindini. Manningarfeløgini hava lagt málið fyri Føroya Gerðarrætt, men sama hvørja niðurstøðu Gerðarrætturin einaferð kemur til, eigur Løgtingið at lóggeva um hesi viðurskifti, leggur hann afturatIngolf.
Hann vísir á, at sleppa reiðararnir ikki at draga útreiðslurnar til uppboðssøluna frá avreiðingarvirðinum, verður prísurin á uppboðssøluni bara tað minni ístaðin, og so er tað landskassin, sum einsamallur ber fíggjarligu avleiðingarnar av tí.
Les meiri um sjónarmiðini hjá framsøgumanninm hjá Tjóðveldi, við at trýsta HER









