Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at selja Bústøðum 9000 fermetrar av Jørð til at byggja íbúðir á.
Talan er um at byggja 44 íbúðir og av teimum skulu tær 12 íbúðirnar markast til fólk við sálarsjúku.
Bústaðir fáa jørðina fyri 156 krónur fermeturin. Tað er spottprísur í Havn, og tað fekk summar býráðslimir at ressast við.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, er ímóti at selja Bústøðum jørð fyri langt undir marknaðarprísin.
Hann segði, at Býráðið hevði brent seg eina ferð. Tað var tá ið Bústaðir fingu jørð Yviri við Strond at byggja á, men ístaðin fyri at byggja bíligar íbúðir, er úrslitið nakrar marglætisíbúðir, og tað var ikki ætlanin.
Anfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, tók tráðin upp og hann sigur, at øll jørð, býráðið selur, skal bjóðast út í fríari kapping.
– Ein almennur stovnur skal ikki hava framíhjárætt til jørð frá Tórshavnar Kommunu, heldur hann.
Men báðir vildu kortini boyggja seg í hesum føri, eftirsum at talan var um at byggja 12 íbúðir til fólk við sálarsjúku.
Og eisini Annika Olsen, borgarstjóri, vísti á, at tørvurin á vardum íbúðum í Havn, er ovurhonds stórur.
– Vit hava eina serliga skyldu á hesum øki, og tí við at samtykkja hetta, vísir býráðið stórt samfelagssinni, segði borgarstjórin.
Annars hevur kommunala eftirlitið eisini góðtikið, at ein søla sum hendan, kann verða avgreidd, varð upplýst á býráðsfundinum - og tað varð eisini samtykt á býráðsfundinum.