Á týðingartænastuni hjá Google, ið nevnist Google Translate, kunnu øll heimsins mál týðast til øll onnur heimsins mál.
Men enn er føroyskt ikki komið við í skipanina – og tað vilja Visit Faroe Islands og Atlantsflog nú broyta.
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sigur, at hon hevur ikki nakra viðmerking beint nú so hon fær ikki sagt nakað um hesa nýggju herferðina fyrrenn seinni í dag.
Men aðrastaðni hava vit fingið at vita, at í dag verður farið undir eina spildurnýggja herferð við tí endamáli at provokera Google til at taka føroyskt upp á týðingarskipanina.
Tey vísa á, at aðruhvørja viku doyr eitt mál út, og tað eru bara eini 70.000 – 80.000 fólk, sum duga føroyskt.
Men gongst sum ætlað, fer tað at bera til at týða øll heimsmál til føroyskt, og føroyskt til øll heimsmál á google Translate.
Fyrimyndin er avbera væleydnaða herferðin við Sheep View, har tað eydnaðist at fáa Google Street Wiev til Føroya. Og nú er so endamálið eisini at fáa føroyskt á heimskortið hjá Google.
Herferðin er skipað soleiðis, at er ein kinesari, ið vil hava at vita, hvussu »eg elski teg« eitur á føroyskum, sendir hann spurningin til Visit Faroe Islands. Har sita fólk á vakt og týða og í seinasta lagi 40 sekund aftan á, hevur kinesarin svarið.
Tey hava eisini gjørt ein film um tiltakið, og hann sært tú við at trýsta á pílin á myndini