Tað er neyvan ov nógv sagt, at Skálafjørðurin við sínum nógva og fjølbroytta vinnuvirksemi í dag er eitt kraftsentur í Føroyum. Men gongur tað sum teir tríggir, borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, nýggi havnastjórin, Tórbjørn Jacobsen og stjórin á Føroya einastu oljuútgerðarhavn, Eli Lassen vilja tað, so fer allur Skálafjørðurin í framtíðini at vera landsins størsta kraftsentur. Hetta kom fram í eini temasending í Rás2 hósmorgunin millum klokkan 10 og 12, tá Jan Müller hitti teir tríggjar á havnaskrivstovuni í Runavík umframt at vitja umborð á útgerðarskipinunum Viking Lady, sum flytur góðs millum Runavík og boripallin West Phoenix á landgrunninum.
Tosað varð um at leggja allar kommunurnar saman í eina stóra kraftmikla kommunu við eitt nú fiskivinnu, alivinnu, oljuvinnu og skipasmíð. Oljuútgerðarstøðin er komin fyri at verða halda teir tríggir, sum síggja, at Skálafjørðurin sum tann náttúrhavn hann er eisini fer at vera tann rætti til at hýsa okkara oljuútgerðarhavn, tá olja møguliga er funnin og fund skulu útbyggjast til framleiðslu. Eisini komandi undirsjóvartunnilin fer at vera eitt týðandi lið í framtíðar menningini halda teir og leggja dent á, at tað einasta, sum kann forða fyri hesi náttúrligu menning er sundurlyndi og vantandi samstarvsvilji. Hoyrið í endursendingini millum 10 og 12 leygardagin teir tríggjar geva síni bestu boð uppá ta skilabestu framtíðina fyri Skálafjørðin.










