Vilja leikbanna lyklaspælara

Stjørnan hevur sent inn kæru um atburðin hjá Nicoletu Radu Hansen í fyrstu FM-finaluni.Hetta eftir hending, sum sambært Stjørnuni eigur at fáa avleiðingar fyri spælaran

Hondbóltur

Talan var um eina hending í seinna hálvleiki av fyrsta finaludystinum millum Stjørnuna og Neistan. Upptøkurnar í 3-2 mánakvøldið sýndu sjónliga, at Nicoleta Radu Hansen og Bára S. Klakstein vóru áfastar, og hetta endaði við, at Neistaspælarin hirdi armin móti mótstøðuspælaranum, sum small í gólvið.

Nyttuleysar upptøkur
Dramatisku myndirnar á skíggjanum hava nú sannført Stjørnuna um, at farast skal víðari við málinum.
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum verður sagt, at tey í Stjørnuni ikki vilja lata slíkan atburð fara fram við borðinum, og at kæra tí er send inn um hendingina. Sum skilst, so verður í kæruni kravt, at tilburðurin fær fylgjur.
Tað er tó lítið sannlíkt, at talan verður um nakra revsing til Neistan ella til Nicoletu Radu Hansen.
Fyri tveimum árum síðani varð staðfest, at so leingi sum Hondbóltssambandið ikki hevur positivaa heimild at nýta videoupptøkur í próvførslu síni, so verður hetta ikki gjørt. Og sum skilst, so er støðan hjá kappingarnevndini framvegis hin sama.
 Nú havi eg ikki sæð kæruna enn, men er hon send okkum, so fara vit sjálvandi at viðgera hana, sigur Julian Olsen, formaður í kappingarnevndini. Men hann leggur afturat, at tey neyvan fara at taka støðu út frá videoupptøkum.
 Hatta er sjálvandi eitt av førunum, har vit burdu havt heimild at nýta slíkar upptøkur í próvførsluni. Men tað hava vit so ikki, og tí dugi eg illa at síggja, hvat vit kunnu gera við málið, sigur Julian.

Eingin intern revsing
Fyri tveimum árum síðani varð eisini tosað um møguleikan at nýta upptøkur sum próvførslu. Hetta var eftir eina ógvusliga hending í dysti millum Kyndil og VÍF í Havn.
Ta ferðina var niðurstøðan hjá kappingarnevndini júst tann, at tey ikki kundu nýta video sum próvgrundarlag, og tí metti nevndin seg ikki kunna taka støðu í málinum.
Hinvegin, so tóku vestmenningar tá sakina í egnar hendur, og góvu egnum spælara leikbann, tað sum eftir var av kappingarárinum. Men tað er ein støða, sum tykist sera lítið sannlík hesaferð sambært formanninum í Neistanum, Jón Kragesteen.
 Sjálvandi er talan um eina keðiliga hending, og vit fara sjálvandi at tosa innan hýsis um hetta. Men tú skalt ikki rokna við, at vit av okkara eintingum fara at geva Nicoletu nakað leikbann undan næsta finaludystinum. Nú havi eg ikki granskað upptøkurnar, men sum eg havi skilt tað, so var eisini ein orsøk til, at Nicoleta reageraði, sum hon gjørdi. Og hendingin er undir ongum umstøðum somikið tyngjandi, sum hon var hjá VÍF fyri tveimum árum síðani, staðfestir formaðurin.

Nervakríggj
Soleiðis skal neyvan roknast við, at kæran frá Stjørnuni fær avleiðingar av nøkrum sum helst slag. Men hon reisir enn einaferð spurningin, hvørt tað ikki er upp á sítt pláss, at kappingarnevndin fær heimild at nýta videoupptøkur sum próvgrundarlag.
Men mest av øllum, so staðfestir hon kanska eisini sálarliga partin av spælinum, nú næsta finalan stendur fyri framman. Eitt sálarligt spæl, har øll kneb eru loyvd, og har parturin við kølnasta yvirlitinum aloftast stendur sum vinnari.