Hetta er ein spurningur um skynsaman fíggjarpolitikk.
Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Og tað sigur hon, nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt at arbeiða víðari við eini ætlan um meiri samstarv ímillum teir báðar renovatiónsfelagsspapin, IRF, sum eigur brennistøð í Leirvík, og KOB sum er brennistøðin hjá Tórshavnar Kommunu.Ein partur av hesum samstarvinum er eisini at kanna møguleikan fyri at leggja báðar brennistøðirnar saman.
IRF og KOB hava ymiskt samstarv, eitt nu um at burturbeina pappír og papp, bilar, flogøsku, spillolju, og annað og nýliga er samsarv eisini tikið upp um at tyrving og um a beina fyri rottangaevju.
Samstarvið virkar væl og tí halda báðir partar, at tað er vert at kanna møguleikarnar fyri at fáa tað at fevna um enn fleiri viðurskifti, og enntá um at leggja báðar brennistøðirnar saman.
Áður hevur IRF tikið undir við eini slíkari ætlan og nú hevur Tórshavnar Býráð so eisini samtykt at arbeiða víðari við tí. Í hesum sambandi skulu umsitingin í Tórshavnar kommunu og IRF, viðgera málið saman og lýsa fyrimunirnar og vansarnar við tí.